Greinar

Tú ert kanska akkurát farin í summarfrí og kanst umsíðir draga andan lættari. Aftur í ár hevur skiftið frá arbeiði til summarferiu verið hart. Seinastu nógvu vikurnar hava verið strævnar, tí uppgávurnar hava verið nógvar, og onkrar teirra noyddist tú at lata í hendurnar á starvsfeløgum – og harmaðist um, at tú ikki hevði stundir til at gera tær lidnar. Tú undrast kanska eisini á, hví altíð skal vera so nógv strongd og trýst beint áðrenn summarfrítíðina!

Høgt at flúgva, djúpt at lenda ...

Um tú hevur runnið maraton í arbeiðnum seinastu nógvu vikurnar, tekur tað eisini nakrar vikur at koma niður í ferð (ella meir). Og ikki fyrr enn ferðin er sett niður, merkir tú summarferiuna og veruliga kanst njóta hana. Spell er, at so skal vera, men soleiðis er tíverri hjá nógvum í dag. Tey stríðast fyri at kunna halda feriu, og tá ið tey so einaferð koma aftur á arbeiðsplássið, hava arbeiðsuppgávurnar bara hópað seg upp – og hetta fær tey at hugsa: ”Hví var tað nú, eg stríddist so áðrenn summarferiuna?”

Tá ið arbeiðsuppgávurnar aftur banka uppá ...

Tað er í hesum døgum, at nógv okkara hugsa um aðrar leiðir. Sambært donskum arbeiðsútbjóðarum og starvsportalum er tað júst nú, tey flestu fara at hyggja eftir øðrum starvsmøguleikum – man tað eisini vera soleiðis millum okkum føroyingar? Um so, er mín spurningur, hvat skal arbeiðsgevarin gera fyri at tryggja, at arbeiðsplássið kennist sunt og gott fyri starvsfólkið, og hvat skal til fyri at tryggja, at endurnýggjaða orkan og lættsinnið verður verandi í starvsfólkinum eftir summarfrítíðina.

Ert tú leiðari og lesur hetta, hevur tú kanska ilt við at svara spurninginum omanfyri. Tí heiti eg á teg at savna deildina ein fyrrapart, har tit saman finna fram til, hvat ið tykkara deild kann gera fyri at sleppa undan, at tað kenst so stríggið hjá starvsfólkum at koma aftur eftir summarfrítíðina!

Eg ynski tykkum øllum eina góða og ríka summarferiu og vóni, at tit fáa sett ferðina niður.

Góðu tit øll 

Bara ein lítil heilsan frá mær, áðrenn eg fari í summarferiu. Seinastu tíðina havi eg ikki verið so aktiv her inni á Notion. Orsøkin er, at familjan og eg eru flutt heim. Vit hava keypt hús í Klaksvík. Húsini eru gomul og krevja nógvar ábøtur, áðrenn vit kunnu búgva í teimum – so summarið hjá okkum fer við at umvæla tey og ferðast í egnum  andi. 

Maðurin og eg eiga trý deilig børn, sum eisini krevja sítt, og hetta kemur í fyrstu røð. 

Harumframt havi eg fingið starv hjá Tórshavnar kommunui sum strategiskur ráðgevi í HR og organisatión. Hetta er nýstovnað starv hjá kommununi, og fokus er á at fáa HR á breddan, so tað kann virka fyri starvsfólki og felagsskapi. 

Fotograf København

Alexandra á Dul

NOTION