Greinar

GREIN I Erling Fles

Tá ið talan er um atlit og umsorgan av starvsfólkahópi, eru tríggir grundleggjandi faktorar, ið skulu vera til staðar:

  1. Starvsfólk skulu verða hoyrd
  2. Starvsfólk skulu verða sædd
  3. Starvsfólk skulu verða viðurkend

Hesir tríggir faktorar eru grundleggjandi í mun til starvsfólkatrivnaðin hjá einstaka starvsfólkinum. Menniskjan trívist best, tá ið hon verður hoyrd, sædd og viðkend fyri tað, ið hon er. Tað merkir ikki, at vit altíð skulu vera samd, men heldur – at vit virða sjónarmið og tørv hjá hvørjum øðrum. Vit lurta. Hetta gevur kenslu av ”at hoyra til”. Kenslan av at hoyra til – ger, at vandin fyri strongd minkar.

Hyggja vit at støðuni, har ið starvsfólkið verður rakt av avbjóðingum ella sjúku á lívsleiðini og hetta síðani ávirkar arbeiðslívið, kann tað vera ymiskt, hvør tørvurin er og hvussu einstaka starvsfólkið ynskir at handfara støðuna. Tískil er tað av stórum týdningi – í fyrstu syftu – at lurta. Hvørjar eru avbjóðingarnar? Tað kunnu vera nógv ymisk sløg av avbjóðingum. Starvsfólkið sjálvt kann vera rakt av strongd, ótta, tunglyndi ella av aðrari álvarsligari sjúku – bæði sálarliga og likamliga. Eisini kann familjulimir, barn ella maki, vera raktur av álvarsligari sjúku.

Tað er týdningmikið at innsavna upplýsingar viðvíkjandi; hvussu sær starvsfólkið sjálvt upp á avbjóðingarnar ella sjúkuna? Hvørji ynski hevur starvsfólkið í mun til avbjóðingarnar ella sjúkuna? Og er hetta nakað, ið vit sum fyritøka/stovnur kunnu hjálpa við? Síðani eigur ein niðurstøða at verða tikin saman við starvsfólkinum, hvussu vit saman handfara støðuna á bestan hátt.

Flest øll arbeiðspláss koma í ta støðu, at avbjóðingar gerast ov stórar at handfara innanhýsis og tørvur gerst á serkønari hjálp ella ráðgeving uttanífrá. Tá ið talan er um sálarligar avbjóðingar av einum og hvørjum slagi er týdningarmikið at viðurkenna tørvin hjá einstaka starvsfólkinum. Starvspláss, ið viðurkenna síni starvsfólk og lurta, uppliva nøgdari og virkisfúsari starvsfólk. Viðurkenning av sínum starvsfólkum krevur, at ein kennir síni starvsfólk. Tað eru líka nógvar ymsar perónligheitir, sum tað eru starvsfólk. Tískil er tørvurin altíð ymiskur. Tess betri tú kennir tíni starvsfólk – tess minni er vandin fyri misskiljingum – og eisini øðrum avbjóðingum.

Er tørvur á sálarfrøðiligari hjálp eigur starvsfólk at vera veitt viðtalur hjá sálarfrøðingi fyri at fáa greiðu á avbjóðingum og síðani kann ein metan gerast, hvussu starvsfólkið á bestan hátt kemur víðari í mun til tær avbjóðingar, ið eru. Í flestu førum loysir tað seg at veita starvsfólkum sínum viðkomandi hjálp. Kostnaðurin verður oftast vunnin aftur. Orsøkin til hetta er; at starvsfólkið kemur skjótari til arbeiðis aftur og eisini kann virkishugurin vera øktur.

Góð ráð

Sálarliga arbeiðsumhvørvið er av stórum týdningi – bæði tá ið talan er um trivnaðin og eisini virkisføri hjá einstaka starvsfólkinum. Hetta vil í síðsta enda viðføra økt virkisføri til fyritøku/stovn og arbeiðsgleði fyri tann einstaka – og harumframt samlaða starvsfólkahópin. Her eru 5 ráð til starvsplássið:

  1. Lat altíð tørvin hjá starvsfólkum verða hoyrdan og tak altíð hendan til eftirtektar.
  2. Lat starvsfólkið kenna seg viðurkent í truplum støðum – og ger brúk av neyðuga serkunnleikanum um neyðugt.
  3. Arbeið fyribyrgjandi – tað kann gerast við starvsfólkafundum, samrøðum og starvsfólkatiltøk o.ø. Løtt atgongd til stjóra/leiðslu er eisini fyribyrgjandi.
  4. Lat altíð starvsfólkið kenna seg viðurkent – eisini tá ið ósemjur eru.
  5. Viðurkenn starvsfólk! Hetta skapir virkisføri, ið síðani kemur fyritøku/stovni til gagns.

Um Erling Fles

Erling Fles er 36 ára gamal, uppvaksin í Klaksvík og búsitandi í Tórshavn. Útbúgvin løggildur sálarfrøðingur & serútbúgvin kognitivur atferðarterapeutur.

Eigur og rekur efpsykolog, ið veitir sálarfrøðiligar tænastur innan sálarfrøðiliga viðgerð, kanningar, kreppustøður, supervisjón, organsatiónssálarfrøði, ósemjuhandfaran & skeiðsvirksemi v.m.

Erling Fles

Erling Fles

Løggildur sálarfrøðingur

Tel. 282726

Teldupostur: efpsykolog@gmail.com

Facebook: Erling Fles, sálarfrøðingur – efpsykolog