Greinar

HR ella ikki HR? Tað er ein spurningur, sum alsamt fleiri føroyskar fyritøkur hava sett sær seinastu árini.

Samsvarandi spurninginum hevur hugsanin um HR og grundarlagið fyri tí eisini ment seg. HR er ikki longur bara ein skuffa, har leiðslan parkerar starvsumsóknir og starvsfólkaveitslur. Tað er vorðið ein margfaldur heimur við serstakari vitan, ið kann framala góðan sosialan kapital, sum millum annað tryggjar, at starvsfólk og vitan verða verandi, og sum styrkir og mennir førleikan hjá starvsfólki og deildum m.a. í sambandi við tørvir og mál hjá bæði deildum og fyritøkum sum heild.

So spurningurin er ikki longur, hvørt bygnaðarskipanin hjá fyritøkuni skal umfata HR, men heldur í hvussu stóran mun. Sjálvsagt er tað treytað av fleiri tættum.

Smærri fyritøkur raðfesta mangan HR aftarlaga orsakað av avmarkaðu støddini á virkinum. Tað kann vera væl skiljandi, av tí at tað ikki loysir seg at seta HR á stovn, um tað ikki umfatar nóg nógvar uppgávur. Men tá ið HR verður raðfest aftarlaga, eru tað vanliga stjórarnir og leiðararnir í fyritøkuni, sum mugu átaka sær tær dagligu HR-uppgávurnar. Sæð útifrá er hetta helst mest sjálvsagda avgerðin – men eru teir førir fyri at røkja uppgávuna, og hava teir stundir til tað?

NOTION hevur ta gleði at presentera lesaran fyri tveimum ymiskum HR-eldsálum, hvør við serkunnleika á sínum øki. Serfrøðingarnir hava hvør sína tilgongd til HR, sum er sera viðkomandi fyri HR-tilverugrundarlagið.

Takið væl ímóti Marin Vang og Steinbjørn Hardlei, sum í felag hava skrivað eina grein um HR, og góðan lesnað – Skal HR virka, skal tað gerast við skili

Fotograf København

Alexandra á Dul

NOTION