NOTION stovnari & HR-eldsál

Til dagligt starvist eg hjá Tórshavnar kommunu sum ráðgevi í HR, leiðslu og organisatión.

Eg havi deils eina HA i filosofi og deils eina kandidatútbúgving í HRM frá Copenhagen Business School. Áhugin hevur serliga verið fyri samfelagsfilosofi, sum hevur havt týdning fyri mín hátt at skilja, hugsa og bera fram boð. Serliga tá tað ræður um nýggj tiltøk, sum koma at ávirka fleiri ymsar fakbólkar. Jú greiðari og týðiligari boð, betri verður fatanin og motivitatiónin hjá teimum pørtum, ið hetta hevur ávirkan á. Hetta hevur við sær eina liðiligari og væleydnaða verkseting av teimum tiltøkum, ið skulu setast í verk, og lutvíst eisini sum heild eitt betri arbeiðssumhvørvi.

Í tíðarskeiðnum 2012-2018 arbeiddi eg sum HR-partnari í eini miðalstórari heilivágsfyritøku í Keypmannahavn, sum framleiddi aktiv evnir, ið fyrst og fremst vóru nýtt til farmaceutiska nýtslu. Eg sæt sum dagligur stuðul hjá stýrinum. Harumframt var eg sparringspartnari hjá virkisstjórunum og deildarleiðarunum. Fyritøkan hevði eina sera flata bygnaðarskipan, og eg var einasta starvsfólkið í HR-deildini, í tøttum samstarvi við stýrið og CFO´in.

HR-partnara starvið var eitt nýstovnað starv (2012); har hevði sostatt ikki áður verið HR-virksemi. Fyrsta uppgávan hjá mær var at allýsa, seta upp og gera greiðar arbeiðsgongdir millum HR og tær ymsu deildirnar. Síðani bygdi eg brúgv millum HR og tey 5 virkini, ávikavist í norðurjyllandi og á Sjælland, ið vóru í samtakinum.

Eg hevði samband við stórt øki yvir alt samtakið, og gjøgnum mínar arbeiðsuppgávur og arbeiðsøki, hevði eg arbeitt upp eina skipaða tilgongd til “Samtakið HR”, og tískil var tað skjótt menna nýggjar tilgongdir til arbeiðsgongdir, ið vóru til gagns bæði fyri stýrið, leiðararnar og hini, ið vóru í starvi. Í mínari tíð sum HR-partnari í fyritøkuni vaks BIOFAC-hópurin við 23%´um.

 

NOTION samskiftispartnari & HR-eldsál

Kundi tú hugsað tær at útforskað HR-økið í Føroyum? So set teg í samband við meg. Eg gleði meg at frætta frá tær, Alexandra