Stutt um felagið

Áhugafelagið er sett á stovn við tí endamáli at røkja áhugamál hjá HR-leiðarum og ráðgevum, HR-fólki og øðrum, ið arbeiða við HR, bæði á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum. Eisini er endamálið at varpa ljós á eitt nútímans og munadygt HR í privata og almenna geiranum og í almenna rúminum sum heild. Við felagnum verður skapt eitt forum fyri fakligum samskifti, samstarvi og íblástri um ymisk evni á HR-økinum.

 

NEVNDIN:

Anna Maria Ellingsgaard, skrivari, tel. 280010

Marjun Eystberg, nevndarlimur

Heidi Davidsen, nevndarlimur

Heri Kjærbo, nevndarlimur

Alexandra á Dul, forkvinna

Gerst limur

Limagjaldið er 500 kr. um árið. Konto nr. 6460-5950491.

Limagjaldið gevur atgongd til øll tiltøk, ið HR í Føroyum skipar fyri.

Til ber at melda seg inn í felagið við at senda ein teldupost til Onnu Mariu Ellingsgaard á a_ellingsgaard@yahoo.com.

Ein og hvør, ið starvast innan ella við HR ella starvast við organisatións- og starvsfólkaviðurskiftum, kann gerast limur. Les eisini viðtøkukrøvini.

Vit vilja fegin hoyra frá tær

Hevur tú okkurt evni, sum er aktuelt og spennandi at taka upp, send okkum so ein fyrispurning. Tú ert eisini vælkomin at seta teg í samband við okkum.

dreamstime_telefon

Samband