Tíðindi

Tann 13. november hittust vit í Vinnuhúsinum. Hetta var ein spennandi og innihaldsrík løta. Á fundinum fingu vit staðfest, at tørvur er á einum HR-áhugafelagi í Føroyum. Einum áhugafelagi við m.a. tí endamáli at kjølfesta HR í føroysku vinnuni og almenna rúminum, samstundis sum vit styrkja og menna okkara førleikar í HR, fyrisiting og leiðslu.

Tað var ikki av tilvild, at vit høvdu fyrsta fundin í Vinnuhúsinum. Eftir at fyrsta tíðindaskrivið var sent út, og tey fyrstu høvdu víst áhuga, ringdi eg til Maritu Rasmussen og spurdi, um Vinnuhúsið vildi stuðla HR í Føroyum við at hýsa okkum ta fyrstu tíðina (lána fundarhøli). Hon sýndi vælvild, og tað eri eg takksom um, men um tann komandi nevndin fer at taka ímóti hesum, er enn ikki til at vita.

Tað er upplagt, at vit hava Vinnuhúsið at halla okkum upp at. Tí enn eru vit einki; hava onga fígging, einki fast tak yvir høvdið, ongan heimasíðu, ongar viðtøkur, eru uttan mál, hava onga kós, bara ein felags áhuga og ynski um at varpa ljós á HR í føroysku vinnuni og almenna rúminum.

Tann komandi nevndin

Tað er ein vón, at tann fyrsta nevndin myndar føroyska arbeiðsrúmið, sum tað sær út í dag. T.e. ein góður blandingur av eldsálum.

Harumframt skal hetta vera ein arbeiðssom nevnd. Tey skulu tora at traðka fram, tosa um HR, skriva/kunna um HR í samband við HR í Føroyum, skipa fyri tiltøkum og møguliga eisini halda onkra framløgu – og mest umráðandi av øllum: hava megina til at byggja brúgv og gera okkum sjónlig í føroyska rúminum. Tí hetta er tað, ið skal til, um HR í Føroyum skal virka inneftir og í Føroyum.

Haraftrat skal sigast, at hetta er ólønt arbeiðið. Nevndin fer at seta tíð av til at skipa fyri ymiskum tiltøkum soleiðis at vit í felag fáa gleði hvør av øðrum.

Fýra hava traðkað fram, sum tey fyrstu til at lyfta HR í Føroyum.

Tað er eisini ein vón, at ein ella trý traðka fram aftrat. Hevur hetta tín áhuga, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Sum sagt, so er tað eitt ynski, at tann komandi nevndin myndar HR í Føroyum, sum tað sær út í dag, t.e. ein fjølbroytt nevnd, sum bæði umboðar føroysku vinnuni og tað almenna, umframt at hon umboðar alt HR-økið (ella ein stóran part av HR-økinum!).

Tá ið uppskot til viðtøkur eru festar á blað, taka vit fyrsta aðalfundin, har viðtøkur og nevnd verða á skrá og vónandi samtykt.

Hava tit onkra viðmerking ella ynski um betri kunning, ber til at seta tykkum í samband við Alexandru á Dul, tel. 288 922 ella umvegis teldupost hr@notion.fo.

Meira kunning um hetta verður at finna úti á Facebook-vanganum hjá HR í Føroyum (bólkur). – Alexandra, íbirtari av HR í Føroyum, hevur skrivað.

HR í Føroyum – vit fevna longu víða í føroysku vinnuni og almenna rúminum.