Tíðindi

Kjakgluggin er ein kjakpallur, har tú kanst koma við tínari meining og taka lut í orðaskiftinum um øll hugsandi evni, sum hava við HR, fyriskipan og samskifti at gera.

Her sleppur tú afturum blonku útsjóndina á HR – afturum tryggu fasaduna, har vit dagliga hava nógvar bóltar í luftini í senn, sum at røkja kjarnuvirði og virkispolitikk, tryggja at løn og avrik ganga hond í hond o.s.fr., samstundis sum vit skulu stýra fyritøkuni móti grønari beiti, har bæði økt framleiðsla og tileggjan av starvsfólki grógva.

Tí aftan fyri hesa fasaduna ræður eisini onkuntíð ivi og óvissa. Ein ivi, tí vit skulu millum annað leggja upp fyri tí omanfyri, samstundis sum tað skal samsvara við endamálið, raksturin og andan í fyritøkuni.

Skráset teg: Stovna ein dulnevndan vanga!

Leiðreglur: Vit skulu gera vart við leiðreglurnar, áðrenn farið verður inn á pallin.

Leiðreglurnar eru

  • NOTION mælir til, at limirnir ikki lata øðrum sínar persónsupplýsingar.
  • Nøvn á fyritøkum og persónum mugu ikki síggjast í Kjakglugganum (orðingar, sum vísa til eina fyritøku ella ein ávísan persón verða heldur ikki góðtiknar).
  • NOTION tilskilar sær rætt til at strika møgulig leinki og træðrir (sum til dømis persónligar bloggar og heimasíður), sum ikki viðvíkja yrkisøkið hjá NOTION ella kunnu vera særandi fyri limirnar.
  • NOTION vil hava uppbyggjandi orðaskifti og góðan tóna frá øllum luttakarum.

Stovna ein dulnevndan vanga / rita inn HER

Fotograf København

Alexandra á Dul

NOTION