NOTION vil veita tíðindir um HR og starvsfólkaviðurskiftir, bæði úr Føroyum, men eisini úti í heimi. Okkara fokus er at útvega greinar, sum fær teg at grunda og seta spurningar. Vit fara eisini at útvega greinar, sum geva íblástur – og kanska eisini eina nýggja áskoðan!

Virkismentan

Hvat er mentan? Neyvan er tað nakað, tú dagliga hugsar so nógv um. Men sama um tú vilt tað ella ikki, ert tú bæði partur av einari mentan og gevur títt íkast til mentanina á onkran hátt. Hetta var ikki svar á spurningin, men vísir, at mentan er allastaðni, og at vit tilvitað eins væl og ótilvitað ávirka mentanina.

Les meira