HR-prei

Tað er einki loyndarmál, at vit menniskjur eru ymisk! Okkara ymiskleika er ein styrki, serliga í Føroyum, her fyritøkurnar eru smáar, og tørvurin á ymiskum sosialum og fakligum førleikum er stórur.

Vit hava eisini ein serligan eginleika til at laga og skipa okkara arbeiði, so at vit nøkta tann tørvin, sum trokar seg inn og ávirkar arbeiðið hjá okkum. At fara í gongd og koyra á, til uppgávan er loyst, er okkara eyðkenni – okkara vøruheiti – og henda eginleikan hava arbeiðsgevarar úti í heimi eisini borið eyga við.

Tá ið eg búði í Danmark, hoyrdi eg ofta danir rósa føroyingum, tí teir vóru so arbeiðssamir og lættir at samstarva við. Hetta fekk meg altíð at smílast og vera errin av at vera føroyingur.

Halt teg framat og vís stjóranum og starvsfelagunum tínar førleikar

Hevur tú røkt tær somu uppgávurnar í nógv ár, er tað kanska eitt upplagt høvi hjá tær at kava niður í tín amboðskassa og vita, um tú hevur nakrar førleikar, ið eru spennandi at taka fram, og sum kunnu skapa virði fyri títt arbeiðspláss. Og her hugsi eg bæði um teir sosialu og fakligu førleikarnar. Tá ið tú hevur funnið ein førleika (ella nakrar), skalt tú seta orð á hann, og hvussu tú kundi brúkt hann í tínum arbeiði, og hvønn ágóða arbeiðsplássið kundi fingið burtur úr honum. Tá ið tú gert hetta, er tað eisini umráðandi, at tú kennir, at hetta er nakað, ið tú tímir at arbeiða við.

Vilt tú menna teg og sleppa fram at nýggjum/øðrum uppgávum, mást tú gera vart við tínar førleikar. Hevur tú ein førleika, sum eingin annar hevur á arbeiðsplássinum, kann hetta krevja, at tú gert gjølla vart við henda førleikan, og hvussu hann kann virka í gerandisdegnum á arbeiðsplássinum, so starvsfelagar og/ella stjórin vita, hvat tú hevur at bjóða.

Fyrireika teg, áðrenn tú tosar við stjóran og/ella starvsfelagarnar

Tá ið tú setur orð á tínar førleikar, er tað umráðandi, at tú ert ítøkilig og vísir á dømi, hví akkurát tú heldur, at hesin førleikin skal verða gagnnýttur, og hvønn ágóða fyritøkan fær av honum.

Dømir um fakligar førleikar: dugir væl at rættlesa og skriva, dugir væl at stíla fyri og skapa struktur á onkrum ávísum øki, dugir væl at skipa fundir og tiltøk, dugir væl at læra frá tær (undirvísa) og kanst tí hjálpa til, tá ið nýggj starvsfólk koma til, hevur skil fyri IT og skipanum o.s.fr.

Dømir um sosialar/persónligar førleikar: tú ert kreativ og dugir væl at finna uppá, hevur góðan røkiskap, dugir væl at samskifta og skapa trivnað, hjálpsom, dugir væl at slætta sjógv, hevur empati o.s.fr.

Hevur tú gloymt, hvat tú dugir til? So finn títt gamla CV fram

– kanska tað gevur tær eitt AHA-upplivilsi 🙂

Hví er tað umráðandi at gagnnýta sínar førleikar?

At hava ávirkan á sítt arbeiði og fáa kensluna av, at ein ger mun, er ein umráðandi faktorur, ið krevst, um fólk skulu trívast og mennast í sínum arbeiði. Er títt arbeiði blivið eintáttað og keðiligt, er tað kanska nú, tú skuldi hugt í tín amboðskassa at vita, um tú hevur onkrar førleikar, ið kunnu verða gagnnýttir og harvið blása fríska luft inn í tín arbeiðsdag og givið virði fyri títt arbeiðspláss!

Við ynski um góðan trivnað og eitt mennandi starv og arbeiðspláss.

Fotograf København

Alexandra á Dul

NOTION