Greinar

GREIN I Siri Helgadóttir Tórgarð

Tá ið talan er um diversitet á arbeiðsplássinum, hava vit lyndi til at hugsa um ymisleika í mun til tjóðbólkaeyðkenni, so sum mentan og mál.

Hetta er tó ein alt ov tepur hugburður at hava mótvegis hugtakinum diversiteti.

Diversitetur, ella fjølbroytni ella margfeldi á føroyskum, er nógv víðari enn so. Margfeldi fevnir um mentan, mál, kyn, aldur, útbúgvingar, arbeiðsroyndir, hjúnastøðu og sosiala, økonomiska og mentanarliga kapitalin hjá fólki.

Nógv ymisk gransking er gjørd á økinum, og nærum líka nógv ymisk úrslit eru komin burturúr. Alt frá at margfeldi á arbeiðsplássinum elvir til fleiri trupulleikar, til at margfeldi økir samstarv. Eitt tað mest áhugaverda granskingarúrslitið, sum eg eri komin fram á, er ein post. doc. gransking, sum er gjørd á CBS í samstarvi við ISS Danmark.

Granskingin byggir víðari á granskingararbeiðið hjá Steven Vertovec, sum hevur hugt nærri at tí sosialu og fólkafrøðiligu menningini í Bretlandi, og í tí sambandi kom hann fram til eitt nýtt hugtak, nevniliga ‘superdiversity’ – ovurmargfeldi.

Ovurmargfeldi lýsir umskifti í margfeldi bygt á trý samanhangandi rák

  1. Broytingar í fólkasamansetingini ávirkað av fólkaferðing seinastu 30 árini
  2. Broytingar í fólkasamansetingini í mun til kyn og aldur
  3. Broytingar í sosiala, fíggjarliga og mentanarliga kapitalinum hjá tilflytarunum

Mótsett granskingini hjá Vertovec vísa nógvar aðrar vísindaligar kanningar innan fólkaferðing, at tað er samband millum margfeldi og lítið sosialt álit. Víst verður á, at í lokalsamfeløgum, ið eru fjølbroytt, er misálit millum teir ymisku íbúgvarnir, og tey hava lyndi til at halda saman í tjóðbólkum. Fyri at taka fram eitt dømi, sum nógvir føroyingar kenna aftur, kann Øresundskollegiet nevnast. Flestu føroyingar, ið hava búð har, hava hildið saman. Ikki tí at tey kennast heimanífrá, men tí tey øll eru lesandi føroyingar í Keypmannahavn. Hini, sum búgva á Øresundskollegiinum, hava lítlan og ongan týdning fyri teir føroyingar, ið búgva har, og tey koma ikki saman sosialt. Eitt ávíst misálit er á danskarum og donskum skipanum, og tosað verður um hetta millum føroyingarnar, ið búgva í sama lokalsamfelag, Øresundskollegiunum.

Tann áhugaverdi munurin millum granskingina hjá Vertovec og hinar er, at tær líka sum dømið hava sítt byrjanarstøði í lokalsamfeløgum, ið hava tveir til tríggjar grundfestar tjóðbólkar, og kanningin hjá Vertovec tekur sítt byrjanarstøði í einum lokalsamfelag, ið er sera fjølbroytt í mun til nógv ymisk parametur.

Tað, sum vísindaliga kanningini hjá Vertovec vísir, er at lokalsamfeløg, ið eru ovurmargfeld, ikki hava hesar trupulleikar, av tí at tey eru ov fjølbroytt til tað. Íbúgvarnir eru ov ymiskir til, at tey hugsa í stereotypum, og fáa tey soleiðis ikki gjørt eina “vit og tey”-støðu. Tað ovurstóra fjølbroytnið ger, at fólk hava verri við at halda nakað ávíst um hvønn annan, tí stór sannlíkindi eru fyri at taka feil.

Vísindaliga kanningin hjá CBS, ið hevur kannað ovurmargfeld arbeiðstoymir hjá ISS Danmark, fær somu úrslit. Tá ið fjølbroytnið er ógvuliga stórt, er minni pláss til fordómar. Spjaðingin í aldri, kyni, tjóðbólkum, máli, útbúgving, arbeiðsroyndum, hvussu leingi tey hava arbeitt á arbeiðsplássinum, og hvussu leingi tilflytararnir hava verið í Danmark, ger at starvsfólkið er ov fjølbroytt til at seta hvønn annan í bás.

Kanningin vísir eisini, at arbeiðstoymini samstarva betur, við tað at tey hjálpa hvørjum øðrum – eitt nú hjálpa teir tilflytarar, ið hava verið longur í Danmark, teimum, ið nýliga eru komin, við málinum. Og tey, sum hava arbeitt hjá ISS leingi, vísa teimum nýggju, hvussu okkurt lættast kann gerast. Og tey yngru hjálpa teimum eldru við fysiskum avbjóðingum.

Hjá ISS er tað partur av eini heildarætlan fyri rekruttering at seta fólk, ið eru ógvuliga ymisk. Á hendan hátt tryggja tey sær, at starvsfólkini eru á meira jøvnum føti, og eingin ávísur normur ella mentan hevjar seg fram um hini.

Hyggja vit at arbeiðsmarknaðinum í Føroyum og at føroysku arbeiðsplássinum, hava vit alt ov nógv arbeiðspláss, ið eru ov einsháttað. Kynsbýtið er skeiklað, aldurin er næstan tann sami, útbúgvingarstøðið ella útbúgvingarnar eru tær somu. Og næstan allastaðni er tjóðbólkurin hin sami – føroyskur.

Tó síggja vit, at nøkur fá arbeiðspláss í dag gerast meira fjølbroytt í samanseting síni av arbeiðsfólki. Mest av tí at tað ikki er nokk av hondum í Føroyum at gera arbeiðið, og tí at stór tilflyting hevur verið seinastu árini av kvinnum, ið eru giftar føroyskum monnum. Sostatt fáa vit eina meira fjølbroytta starvsfólkamongd, tá ið tað kemur til mentan og mál, á nøkrum heilt ávísum arbeiðsøkjum.

Skulu vit gera okkum vónir um ta jaligu ávirkanina á føroysk arbeiðspláss, sum ovurmargfeld arbeiðstoymir hava við sær, skulu vit at arbeiða sera miðvíst við at rekruttera fólk út frá ymisleika teirra og skulu hava kyn, aldur, útbúgving, arbeiðsroyndir, tilknýti til Føroyar og sosiala, fíggjarliga og mentanarliga kapital teirra í huga.

Siri Tórgarð

Siri Helgadóttir Tórgarð

Útbúgvin cand. mag. í organisatións samskifti, við serligum atliti til broytingarleiðslu og prosess. Siri hevur arbeitt innan NGO øki bæði sum sjálvboðin í nógv ár og sum dagligur leiðari fyri Reyða Kross, í tí almenna, eitt stutt skifti hjá TAKS, sum samskiftis og HR fólk og nú sum integratiónssamskipari hjá Tórshavnar kommunu og tí privata eitt nú hjá A.P. Møller-Mærsk innan rekruttering og leiðslumenning. Afturat hesum hevur Siri drúgvar royndir innan facilitering og sum skeiðshaldari. Siri er eisini útbúgvin coach, facilitator og konfliktmeklari.

Tórgarð Ráðgeving er ráðgevingarvirki hjá Siri, sum serliga arbeiðir við starvsfólkatrivnaði og burðardyggari leiðslu. Siri hevur eisini skeið í sjálvsmenning og skipar fyri ymiskum til privatar kundar, afturat virkjum og stovnum.

Tel. 582905

Teldupostur: siri@torgard.fo

FB: Tórgarð Ráðgeving

Insta og LinkedIn: Siri Helgadóttir Tórgarð

www.facilitator.torgard.fo // www.torgard.fo