Tíðindi

Vit seta sjóneykuna á HR í Føroyum, samstundis sum vit vilja byggja upp ein pall, sum kann gera okkum tilvitað um HR í føroyska vinnulívinum, hvønn leiklut HR hevur, m.a. tá strategiska arbeiðið skal raðfestast, og hvønn leiklut og ábyrgd HR hevur í gerandisdegnum millum starvsfólk og deildir.

HR er eitt stórt øki, og tað er mest sannlíkt, at vit eisini leggja okkara arbeiði ymiskt til rættis í gerandisdegnum. Blandingin av, at okkara tilgongd til HR er ymisk, samstundis sum vit arbeiða í ymiskum vinnum, er spennandi og áhugaverd í sær sjálvum. Tað er m.a. við hesum fyri eyga, at HR í Føroyum skal festa røtur og menna sítt tilverugrundarlag í føroyska vinnulívinum.

Kundi tú hugsað tær at tikið lut?                                      

Áhugafelagið er fyri øll, sum arbeiða við HR og strategiska menning av leiðslu og fyriskipan. Ert tú tøk(ur), men hevur eina útbúgving innan HRM, er hetta eisini fyri teg. Um nøktandi áhugi er, verður áhugafelagið við nevnd stovnað í november 2018. Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Alexandru á Dul umvegis hr@notion.fo. Nærri kunning um fundin verður send teimum, sum hava víst áhuga.

Árligur netverksfundur

Skotið verður upp, at komandi nevndin skipar fyri árligum netverksfundi(um), har allir limir hava møguleika at taka lut í orðaskiftinum um øll hugsandi evni, sum hava við HR, leiðslu og fyriskipan at gera, umframt at seta okkurt spennandi upplegg á skrá.

Eitt áhugafelag – har vit koma aftur um blonku útsjóndina hjá HR – aftur um framsíðuna, har vit dagliga hava nógvar bóltar í luftini í senn, samstundis sum vit skulu stýra fyritøkuni móti grønari beiti, har bæði økt framleiðsla og tileggjan av starvsfólki grógva.

Fotograf København

Alexandra á Dul

ÍBIRTARI

Tel. 288 922

Vilt tú vita meir, ert tú vælkomin at ringja eftir kl. 16.00