Summarfrí …

Um tú hevur runnið maraton í arbeiðnum seinastu nógvu vikurnar, tekur tað eisini nakrar vikur at koma niður í ferð (ella meir). Og ikki fyrr enn ferðin er sett niður, merkir tú summarferiuna og veruliga kanst njóta hana.

Virkismentan

Hvat er mentan? Neyvan er tað nakað, tú dagliga hugsar so nógv um. Men sama um tú vilt tað ella ikki, ert tú bæði partur av einari mentan og gevur títt íkast til mentanina á onkran hátt. Hetta var ikki svar á spurningin, men vísir, at mentan er allastaðni, og at vit tilvitað eins væl og ótilvitað ávirka mentanina.