Tíðindi

Vit sóknast eftir arbeiðsgleðini! Hvar finna vit hana, og hvussu tekur hon seg út?

At eiga ein góðan gerandisdag hevur nógv at siga fyri okkum. Eftir ein dag, har alt bara riggaði og “klappaði”, siga vit óivað, at vit hava havt ein góðan dag, og nøgdsemið er stórt, tá vit leggja høvdið niður á koddan tað kvøldið.

Hevði hvør dagur bara verið so, ja, tá høvdu vit heilt vist gingið við einum stórum smíli um andlitið, men soleiðis er tíverri ikki altíð.

Sum fyrr skrivað kunnu vit sjálvi taka spaka í hond og kveikja gleðina millum okkara starvsfelagar og kenningar. Tú sjálv/ur hevur kanska okkurt ávíst, sum tú gert millum tínar starvsfelagar, ið er við til at gera dagin góðan millum tey, tú umgongst. Og hinvegin, gera tey eisini tín dag góðan, á ein ella annan hátt!

Kom og vís okkum hesa gleðina á Instagram.

Tann 1. mars 2018 kasta vit lut um eina mynd, og tann, ið hevur tikið myndina, vinnur 1.000 kr., so hann/hon kann gera gerandisdagin hjá starvsfelagunum eitt sindur søtari!

Ver við - Leiðbeining

Tú skalt frámerkja “arbeiðsgleði” og navnið á tínum arbeiðsplássi á tínum Instagram vanga.

Til dømis:  #arbeiðsgleði  #svimjihøllinígundadali ella  #arbeiðsgleði  #klaksvíkarsjúkrahús

Upphæddin skal brúkast til at søta um arbeiðsdagin hjá tykkum. Hvussu tú velur at gera hetta, er heilt upp til tín 🙂

Hiðan ynskja vit tær stóra arbeiðsgleði og góða eydnu.

Sendistovan stuðlar arbeiðsgleðini

SS_logo
Fotograf København

Alexandra á Dul

NOTION

Hevur tú onkran spurning, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Alexandru á telefon +45 2235 5020 ella umvegis teldupost, hr@notion.fo