Greinar

GREIN I Hjørdis Gaard  

Avbjóðingin hjá leiðslum er umframt at hava fortíðina við sær í skjáttuni, at hava annað beinið í nútíðini og hitt beinið í framtíðini. Eisini er avbjóðingin at skifta vektina millum beinini – millum nútíðina og framtíðina – so til ber at traðka fast og trygt framá.

Strategi arbeiði er tað, sum í løtuni fyllir rættuliga nógv í mínum virksemi sum HR- og leiðsluráðgevi.

Hví eri eg til?

Leiðslur á fyritøkum og stovnum arbeiða við at seta orð á kjarnuuppgávuna? Fyri at kunna seta orð á kjarnuuppgávuna er tað avgerandi at kanna, hvussu tað, sum verður leverað, samsvarar við tað, sum kundin og borgarin hevur tørv á. Spurningar, sum m.a. eru viðkomandi at seta sær, eru hví akkurát hendan fyritøkan ella hesin stovnurin er til?

Amøban

Eg upplivi at leiðslur ynskja at arbeiða við at gera organisatiónina føra fyri at vera smidliga fyri at kunna handfara broytingar bæði innan- og uttanhýsis. Amøban í sínum víðgongda líki er skaploysingur. Hon tillagar seg broyttar umstøður og kunnar seg tí støðugt úteftir. Arbeitt verður við at styrkja mentanina hjá organsatiónini, so hon í enn størri mun hyggur úteftir móti kunda, borgara og áhugapørtum og er betur før fyri at tillaga seg, eins og amøban.

Økt tilvitan í Føroyum

Tað er ikki sama fokus á effektivitet og produktivitet einsamalt sum fyri nøkrum árum síðani.

Tá sýntist høvuðsmálið hjá stjóranum í stóran mun at vera at menna eina organisatión, sum kundi skapa úrslit fyri so lítlan kostnað sum møguligt, og siðbundna arbeiðsbýtið var stýrandi fyri, hvussu arbeiðið varð skipað.

Í dag sýnast leiðslur í Føroyum at fara frá at síggja starvsfólk sum ein av mongum ressoursum so sum kapital og tøkni til at síggja starvsfólkini sum ein ressoursa, sum er altavgerandi fyri at eydnast.

Fokus er á HR, leiðslu og leiðsluførleikar, og tað er eingin ivi um, at tað alment er økt vitan og tilvitan um HR í Føroyum. Eisini hava organsatiónsráðgevarar sum Helgi Rasmussen lagt lunnar undir økta tilvitan um t.d. leiðslu og um kompleksitetin í samspælinum ímillum starvsfólk í organisatiónum.

Frá I til We have a dream

Tað hevur týdning fyri starvsfólk og leiðarar at hava felags endamál. Tað skapar á aðrari síðuni greiðar karmar og á hinari síðuni grundarlag fyri meiri smidligheit og útdelegering av ábyrgd til leiðarar og starvsfólk.

At skapa felags fatan av visjonini – dreyminum, krevur fyrst og fremst, at leiðslan er motiverað og í øllum sínum virksemi arbeiðir fram ímóti visjónini. Starvsfólk taka við, um leiðslan hevur starvsfólkini við í tilgongdini, og um leiðslan gongur undan.

Visjónin skal geva meining fyri einstaka starvsfólkið, og tað krevur eina miðvísa tilgongd. Tað er ein avbjóðing at seta orku og tíð av til strategiarbeiði og til íverksetanina afturat dagliga raksturin.

Tað krevur fokus og áhaldni inntil arbeiðið er ein náttúrligur partur av dagliga rakstrinum og at miðvíst úrslit sæst.

“Finn fimm feilir”

Mín uppliving er at tað at droyma og seta orð á visjónina er ein stór avbjóðing, sum krevur bæði kreativitet, vitan og tíð. Tað er so lætt at siga, at vit mugu hugsa á nýggjum, vera innovativ. Summi hava evnini íbygd at vera kreativ og framskygd. Tey flestu eru tó betur til at “finna fimm feilir”. Onnur arbeiða miðvíst við at venja seg, eins og maratonrennarin, til at sleppa teymunum, vera kreativ og hugsa stórt framum gerandis raksturin. Mínar royndir eru at í nógvum organisatiónum kemur kreativa og framskygda tilgongdin ikki av sær sjálvum. Tað má skapast eitt umhvørvi til leiðarar og starvsfólk og tað krevur venjing at hugsa í kreativum loysnum. Tá tað so gleppur, ber til at seta ferð á at innovera og skapa nýggju visjónina fyri fyritøkuna ella stovnin.

Sum Omma mín segði, tá eg onkuntíð sum smágenta hvakk við av onkrum: “Tú mundi kanska vera kløkk áðrenn, síðani tú gjørdist so hvøkk”. Ein organisatión verður ikki disruptað ella kløkk, hevur hon eyguni eftir kundanum og broytingum í umhvørvinum og megnar at vera smidlig, eins og amøban.

HG standandi

Um Hjørdis Gaard

11 ára royndir innan almenna fyrisiting, sum ráðgevi í ráði og leiðari á stovni. 12 ára royndir sum undirvísari bæði á miðnámsskúlum og sum skeiðsundirvísari á stovnum og fyritøkum. 9 ára royndir sum leiðslu- og HR ráðgevi við fyritøkuni Movera.

Movera veitur leiðsluráðgeving, procesleiðslu og skeið í leiðslu, samskifti og innovation. Harumframt hevur Movera partnaravtalu við DiSCnordic um at bjóða psykometrisku amboðini Everything DISC persónsprofilar.

Hjørdis er útbúgving cand. scient. pol. frá Københavns Universitet og pgd. in Management frá Handilsháskúlanum á Robert Gordon University. Hjørdis er góðkend sum persónsprofil fasilitator – Everything DISC Workplace Certificering.

Hjørdis brennir fyri leiðslu og innovatión og ynskir at hjálpa fyritøkum við at fáa motiveraði starvsfólk, trúfastar kundar og sterkar samstarvspartar.