Tíðindi

Aftur í ár sóknast vit eftir arbeiðsgleðini! Hvar finnur tú hana, og veitst tú, hvat gevur arbeiðsgleði hjá tínum starvsfelagum?

Kom og vís okkum hesa gleðina á Facebook-síðuni hjá Notion. Tað einasta, tú skalt gera, er at viðfesta eina mynd oman fyri tráðin um arbeiðsgleði.

Hósdagin 4. apríl 2019 kasta vit lut um 2 myndir – vinnararnir fáa tillutað eitt gávukort frá Gómagott á 500 kr. Vinnararnir fáa beinleiðis boð.

Hvat er arbeiðsgleði? Menniskju kunnu lýsa arbeiðsgleði á ymsan hátt. Allýsingin er treytað av, hvørji nøgdsemiskrøv tann einstaki setir. Men spyrt tú síðumannin her og nú, er skjóta svarið helst: góðar arbeiðsuppgávur og góðir starvsfelagar. Og rætt er tað. Men hvat gevur arbeiðsgleði í tínum gerandisdagi – er tað, tá ið tú fært ein góðan kaffimunn frá einum starvsfelaga? Ella tá ið tú hjálpir starvsfelaganum við at fáa uppgávuna lidna? Ella okkurt so einfalt sum ein góðan glugga frá arbeiðsrúminum ella góða matstovu?

Hví varpa ljós á arbeiðsgleði? Tí at arbeiðsgleði er við til at fremja dygdina av arbeiði okkara og økir lívsgóðskuna, har millum annað gleði og gott sjálvsvirði sleppa at blóma.

Tað er Notion.fo, sum skipar fyri, og Gómagott, sum í ár stuðlar arbeiðsgleðini.

Les eisini: Hetta er vinnandi myndin 2018  //  Set arbeiðsgleði á breddan  //  Stjørnustundir á arbeiðsplássinum

#InternationalDayOfHappiness #GlaðariSaman #Arbeiðsgleði

Altjóða Eydnudagur

Mikudagurin 20. mars er tilnevndur Altjóða Eydnudagur (International Day Of Happiness). Ein dagur, har vit varpa ljós á gleðina og seta sjóneykuna á, hvat gevur gleði í okkara gerandisdag.

Tema fyri átakinum í ár er ”Happier Together” ella á føroyskum ”Glaðari saman”.

Og í hesum sambandi er tað eitt frálíkt høvi, at varpa ljós á gleðina á føroyskum arbeiðsplássum.

Gómagott stuðlar arbeiðsgleðini

Fotograf København

Alexandra á Dul

NOTION – hr@notion.fo