Tíðindi

Hervið verður bjóðað til fund um stovnan av einum fakligum áhugafelagi fyri HR-yrkisfólk. Felagið er ætlað teimum, sum arbeiða við HR og strategiskari menning av leiðslu og fyriskipan. Endamálið við áhugafelagnum er m.a. at viðgera nútímans viðurskiftir á HR-, leiðslu- og fyriskipanarøkinum.

Tey seinastu árini eru alsamt fleiri HR-yrkisfólk sett í starv. Tað hevur havt við sær, at fleiri fakkøn eru komin til HR-økið. Summi hava fingið eina longri útbúgving uttanlands, onnur hava endurútbúgvið seg í HRM, leiðslu og fyriskipan. Og tað er av hesi orsøk, at tað er sjálvsagt og spennandi at savna ein HR-bólk, sum vil lýsa, sparra og viðgera HR-rák í Føroyum.

Um nøktandi áhugi er, verður áhugafelagið við nevnd stovnað í november 2018. Tey, sum hava áhuga, kunnu geva Alexandru á Dul eitt prei umvegis teldupost á hr@notion.fo. Eisini ber til at vísa sín áhuga sum komandi limur.

Nærri kunning um fundin verður send teimum, sum hava víst áhuga.

Við ynski um at savna ein fjølbroyttan HR-hóp á einum staði í Føroyum.

Fotograf København

Alexandra á Dul

ÍBIRTARI

Tel. 288 922

Vilt tú vita meir, ert tú vælkomin at ringja eftir kl. 16.00