Tíðindi

Góðu tit,

Sum áður lýst verður árligi aðalfundurin hjá felagnum

14. februar kl. 14.00. Fundurin verður á parnassinum á Hotel Hafnia. Tey hava verið so beinasom at stuðla okkum hesa ferð.

Harumframt fegnast vit um at kunna kunngera fyri tykkum, at Kim Staack Nielsen, formaður í Dansk HR, kemur at vera saman við okkum til aðalfundin. Kim kemur at greiða frá HR tendensum í framtíðini. Hetta hevur verið eitt eftirspurt evni frá fleiri limum.

Vit gleða okkum at bjóða Kim vælkomnum og at hoyra hvat hann hevur at siga.

Tit kunnu lesa meira um Kim á leinkjuni niðanfyri:

https://www.danskhr.dk/om-dansk-hr/ledelse-og-bestyrelse/

Annars er skráin tann, at nevndin fyrst kemur at greiða stutt frá farna árinum, roknskapurin verður lagdur fram, nýggir nevndarlimir vera valdir og um nøkur innkomin mál eru komin til nevndina, vera tey eisini løgd fram.

Síðani fær Kim orðið.

Fundurin væntast at vera liðugur kl. 16.30.

Um nakar hevur nakað mál, sum skal takast fram til aðalfundin, skal tað verða okkum í hendi í seinasta lagi 1. februar 2020.

Vónandi síggjast vit!